Upp í 44 m/s í løtuni

Nógvur vindur er kring landið í løtuni, og mátarar hjá Landsverki boða frá, at har harðast leikar í løtuni er upp í 44 m/s.

 

Landsverk skrivar soeliðis fyri løtu síðani:

 

  • Gjáarskarð - kl. 18:44 Skrið, í hvirlunum upp til 44 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 18:40 Skrið, í hvirlunum upp til 38 m/s
  • Høgareyn - kl. 18:55 Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Á Sandavágshálsi - kl. 18:34 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 18:35 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 36 m/s
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 18:45 Stormur, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 18:44 Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s