Upp í 17 stig

Hitin kemur upp í 17 stig næstu dagarnar, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur hjá Miðlahúsinum.

 

Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, sum seinni makar til stívt andøvsgul og í nátt niður í lot av ymsum ættum. Okkurt ælið og men seinni kemur sólin fram.

Hitin kemur upp í 12 stig, í nátt verður klárt og millum seks og tíggju stig.

Við at trýsta á omanfyri myndini, kanst tú hoyra Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum næstu dagarnar, har hitin kemur upp í 17 stig.