Upp á heiðursmerkjapláss

Eftir tvey tap á rað, vann VB seg leygardagin aftur á heiðursmerkjakós

Sunset-kappingin

Trýstið var av álvara á VB, nú tær høvdu verið fyri tapi móti bæði Stjørnuni og Neistanum.
Tí var kravið um sigur enn størri, enn tað vanliga er, tá StÍF vitjaði, og partvíst tóktist hetta trýstið eisini at tyngja liðið. Stóran part av fyrra hálvleiki megnaðu gestirnir nevnliga væl at fylgja við, og tó at VB um miðjan hálvleikin beit nakað frá sær, so sluppu tær ikki heilt leysar. Tvørtur ímóti, so gjørdu gestirnir ein vørr beint undan steðginum, og so vóru bara tvey mál á muni, tá farið varð inn at hvíla seg.
Eftir steðgin kom tó annað lag á. VB setti fulla ferð á beinanvegin, og tí útspælinum megnaðu gestirnir ongantíð at matcha. Sum seinastu 30 minuttirnir liðu, so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin skuldi gerast.
Við sigrinum fekk VB aftur tikið seg framum Kyndil, sum seinastu vikurnar hevur lagt seg á bronsuplássið í deildini. Ein støða, sum tær grønu uttan iva vilja royna at halda fast um. Men samstundis ein støða, sum VB á ongan hátt fer at geva burtur. Tvørtur ímóti, so man málið hjá teimum helst vera at koma enn nærri oddinum.

Fakta um dystin
VB-StÍF 33-21 (15-13)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 11(3), Rannvá Augustinussen 9, Svava Vestergaard 6, Christina Holm 3, Laila Jespersen 2, Miriam Michelsen 2
StÍF: Rebekka Justinussen 6(1), Paula B. Jacobsen 4(1), Poula D. Olsen 3, Sunnfríð B. Johansen 3, Ninna K. Johansen 2, Elin Jacobsen 1, Guðrun Ólavsdóttir 1, Kirstin Olsen 1
Brotskøst: VB 5, StÍF 4
Útvísingar: VB 2, StÍF 2
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Hansen