Upp á eitt hangandi hár

Hondbóltur: Neistin tykist hava fingið gott tak á teimum grønu grannunum úr Kyndli. Enn einaferð drógu teir longra stráðið í grannauppgerðini, sum var ein grannauppgerð av besta slag

Neistin-Kyndil

26-25 (12-13)


Dysturin millum Neistan og Kyndil mikukvøldið hevði tað, sum ein røtt grannauppgerð skal hava. Talan var um ein javnan, spennandi dyst, sum ikki varð avgjørdur fyrr enn í allarseinastu løtu, tá Heini Joensen sendi brotskasti fram við Lars Winther til endaligu støðuna 26-25.

Dysturin sum heild fer ikki í søguna sum tann best leikti hondbóltsdysturin ella sum tann vakrasti. Tað var hann ongantíð - heldur tvørturímóti. Til tíðir var spælið rótut og óskipað, við nógvum feilavleveringum og óskipaðum spæli.

At Kyndil tapti kunnu teir bara takka sær sjálvum fyri, tí teir høvdu gyltan møguleika at hevna tapið frá seinast, men teir skuldu vísa, at teir ikki vóru sína uppgávu vaksnir tá til stykkis kom. Teir tveittu alt frá sær í teimum týdningarmiklu løtunum.

Veruleiki er tað nevniliga, at Kyndil førdi við tveimum málum tá seks minuttir vóru eftir, og júst hesa løtuna tveittu teir tvey skjótaálop burtur, og tað skal mann ikki gera tá ein spælir móti liðið sum Neistanum.


Tað koyrir í sjálvdrátti

Tað sum sermerkir spæli hjá Neistanum í ár er sjálvsagt, at teir hava fingið tilgongd av góðum leikarum, sum kunnu gera nakað sjálvir tá teir fara í álop.

Hetta hava teir eisini víst fleiri ferðir í teimum fyrstu dystunum í ár, men teir hava enn ongantíð víst áskoðarunum og sær sjálvum, at teir kunnu spæla »poleraðan« hondbólt.

Higartil hava teir klára at bjarga sær sigrarnar við einmansavrikum, og tað er heilt einfalt ikki nóg mikið í dystum móti VÍF og StÍF. Tað skuldi ikki verið nóg mikið í dysti móti Kyndli heldur, men ein veruleiki er tað tó, at teir bláu hava vunnið tvær tær seinastu ferðirnar.

Okkara niðurstøða er tí, at tað meira snýr seg um hepnið tá Neistin vinnur ein dyst sum tann mikukvøldið móti Kyndli, eins og teir gjørdu tað seinast.

Ikki tí at tað er ólógligt at vera heppin, men tað vísir bara at sigurin ikki kemur av sær sjálvum, hóast tú hevur so góðar leikarar á liðnum, sum Áka Olsen, Heina Joensen og Kára Mortensen fyri at nevna tey stóru nøvnini.


Gamal og gott

Sum nevnt hevði Kyndil sigurin í hondum, men teir tveittu hann frá sær í avgerandi løtu.

Tað er sjálvandi ikki serliga skilagott, men tað vísir eisini, at Kyndil heldur ikki er komin so vøl ígongd við kappingina sum ynskiligt var.

Til dystin mikudagin høvdu teir annars verið uppi á ovastalofti og leitað eftir styrki.

Leivur Holm var enn einaferð á liðnum, og hann kom hann skal eiga, at hann kom rættuliga væl frá dystinum hóast hann ikki tykist vera komin upp í snúðningar enn. Men tað fer nokk at koma.

Eingin ivi er tó, at Leivur styrkir um liðið, tí hann berjist fyri fleiri á vøllinum, og í løtuni tykist tað, sum um tað er tað Kyndil hevur tørv á.

Mikukvøldið vóru teir annars merktir av at Hannis Wardum ikki var á vøllinum, og tað sigur seg eisini sjálvt at tað merkist á spælinum at so er.


Ótryggir dómarar

Nú er tað so, at tað dómararnir ongantíð hava beinleiðis ávirkan á hvør vinnur ein dyst og hvør ikki ger, men teir fáa ofta sinni í kók hjá leikarum og leiðarum.

Dómararnir mikukvøldið vóru teir somu sum í dystinum á Skála sunnudagin, og lat tað vera sagt beinanvegin, teir fingu øði í spælararnar við fleiri løgnum avgerðum.

Tað skal tó sigast beinanvegin, at tað er ikki altíð so lætt at vera dómari, og hevur tú ikki royndirnar so er torført at taka røttu avgerðirnar, í røttu løtunum, tíavgerðirnar skulu takast innanfyri lítlan brotpart av einum sekundi.

Men tað er ótrúliga óheppið tá dómurin fellur fleiri sekund eftir at mistakið er gjørt.

Tað er slíkt, sum far øði í leikararnar á vøllinum, tí tað er ein sannroynd, at leikararnir sjáldan - ella ongantíð eru samdir við dómarunum.

Tað mugu dómararnir venja seg við, og síðani eiga teir at halda á við dømingini, tí tað gerst betri og betri, alt fleiri royndir teir fáa.

Hinvegin fingu áskoðararnir ein spennandi dyst, sum var meira ein grann-a-uppgerð enn ein vakur hondbóltsdystur, og tað er eisini ein partur av eini spennandi hondbóltslandskapping.


Dysturin í tølum:

Neistin:Áki Olsen 9 (1), Heini Joensen 6 (3), Karl Oddmar Rasmussen 4, Kári Mortensen 3, Áki Mørk 2, Finnur Hansson 2

Kyndil: Jákup Jónsson 5, Bjarni Wardum 5 (1), Hans Á. D. Christiansen 5 (1), Uni Wardum 4, Rúni Poulsen 3, Leivur Holm 2, Regin Petersen 1

Brotskøst: Neistin 4, Kyndil 3

Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 4

Dómarar: Dánjal Hansen og Kári Hansen