Upp á tíðina at fáa nýggjan musikkskúla

– Photoshoppaða myndin á in.fo av nýggja musikkskúlanum í Sortudíki er ikki serliga væl gjørd, og proportiónirnar eru heilt skeivar.

– Photoshoppaða myndin á in.fo (sum sæst omanfyri) av nýggja musikkskúlanum í Sortudíki er ikki serliga væl gjørd, og proportiónirnar eru heilt skeivar.

 

Tað sigur Peder Riis-Jensen, musikkskúlalærari, sum spyr, um Tórshavnar býráð ikki hevur mót til at standa við sínar egnu loysnir, sum tey hava arbeitt við í hesum og seinasta valskeiði.

 

Hann vísir til greinina á in.fo, har sagt varð, eitt ein meiriluti í býráðnum nú ivast, um Sortudíki er rætta staðið til musikkskúlan.

 

– Hvør er tað sum ivast, og kunnu vit hoyra grundgevingar teirra, spyr Peder Riis-Jensen.

 

Hann vísir á, at sagt verður, at skúlin verður dýrari.

 

– Eru nýggjar útrokningar gjørdar upp á tað, síðani býráði fyri jól einmælt samtykti at seta byggingina í gongd?

 

Hann undrast á, at býráðslimir eru farnir at ivast í, hvussu nýggi musikkskúlin »passar« til umhvørvið við síðuna av Norðurlandahúsinum.

 

– Hetta er viðgjørt í Norðurlandaráðnum, í stýrinum fyri Norðurlandahúsið og hjá ymsum friðingarmyndugleikum og fleiri ferðir í býráðnum seinnu árini. Hvat nýtt er nú, spyr Peder Riis-Jensen.

 

Hann vísir á, at í hesi verkætlanini er hædd tikin fyri einum nýggjum og størri konsertsali til Norðurlandahúsið. Hann vísir eisini á, at kanningar av jarðbotninum er við í verkætlanin. Um býráðið ikk hevur álit á teimum, so kunnu teir bjóða tað arbeiðið út fyri seg og síggja, um tað verður dýrari.

 

Eisini eru tað tey, sum ikki halda, at grøna øki í Sortudíki skal brúkast til at byggja á.

 

– Men hvørji eru tey, og hví halda tey tað, spyr Peder Riis-Jensen.

 

Hóast spurningarnir eru nógvir, so heldur hann, at tað er upp á tíðina, at hølisviðurskiftini hjá Tórshavnar Musikkskúla verða betrað.

 

– Latið okkum fáa ein nýggjan musikkskúla nú!