Upp í 50 m/s aftur í dag

Tað er ódnarveður kring alt landið í morgun. Mátitólini hjá Landsverki vísa, at í Syðradali og Klaksvík eru upp í 32 m/s í hvirlunum. 

 

Á Gjáarskarði eru upp í 51 m/s, meðan mátingarnar á Oyndfjarðarvegnum og á Kambsdali siga upp í 38 m/s. 

 

 

Á Oyggjarvegnum er eisini upp í 47 m/s, meðan Høgareyn sigur upp í 34 m/s. 

 

Hann sigur frá vindi allan dagin, men seint í kvøld skuldi vindurin minkað nakað. 

 

 

Veitst tú okkurt um veðrið har tú ert, sum vit áttu at vita, so ert tú vælkomin at senda okkum boð á Facebook síðuna In.fo. Ella senda okkum teldupost á post(at)sosialurin.fo