Bjargingar og sløkkiliðsfólk kring landið mugu nú til arbeiðis undir hættisligum umstøðum fyri triðju ferð innan fáar dagar.
Mátingar hjá Landsverki siga, at nú stendur illa til fleiri staðni í landinum.
Á Norðradalsskarði er 50 m/s í skrivandi stund. Við Velbastaðháls eru 39 m/s, meðan Porkerishálsur sigur 40 m/s.
Høgareyn sigur frá 43 m/s, meðan Kambsdalur sigur 42 m/s. 46 m/s eru á Gjáarskarði.
Ódnin 1. jóladag hevði upp í 78 m/s. Har eru vit so ikki enn, men hendan ódnin stendur til at varða til út á seinnapartin í morgin.
Myndina eigur Ingi Sørensen.