Tað er nógvur vindur kring landið í kvøld, og á Gjáarskarði klokkan 20.57 í kvøld máldi Landsverk heilt upp í 42 metrar um sekundið í hvirlunum.
Á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum máldi Landsverk upp í 38, við Norðskálatunnilin eystan fyri upp í 39, á Høgareyni upp í 35, við Norðradalsskarð 33 - og á Porkerishálsi máldi Landsverk upp í 35 metrar um sekundið í hvirlunum.
Nógva aðrastaðni kring landið táttar vindurin í hvirlunum í kvøld upp í 30 metrar um sekundið. Hetta merkir, at tað er av ringasta veðri í kvøld, har ættin rakar á, og har hvirluvindarnir gera um seg.
Seinnapartin í dag og í kvøld hava Strandfaraskip Landsins avlýst fleiri rutur hjá bæði Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum fyri veður.