Upp í 20 m/s týsdagin

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein eystan og grynnist. Eitt tilhoyrandi brúgvalag nærkast spakuliga Føroyum av suðri. Samstundis mennist eitt minni lágtrýst í ein landnyrðing úr Føroyum og ferðast í ein landnyrðing. Sunnudagin og mánadagin nærkast eitt lágtrýst væntandi Íslandi av suðri og tilhoyrandi brúgvalag við regni og vindi nærkast Føroyum og kemur inn yvir Føroyar av útsynningi mánadagin.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin verður eitt skifti upp í stívt andøvsgul norðanfyri. Sunnukvøldið øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og í støðum regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.

 

Mánadagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í in st´ruk av vindi av landsynningi, seinni suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn. Um náttina øtlar hann vindin í strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, og tað klárar í, tó okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Týsdagin verður hvassur vindur upp í skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, sum út á dagin og náttina makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin ælaveður, seinni fyri tað mesta turt og í løtum sól. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin lækkar í sunnan. Turt og stundum sól, men út á dagin fyri tað mesta skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, upp í 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Fríggjadagin makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, um kvøldið snarar hann í ein landsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.