Eitt lágtrýst yvir Skandinavia fer spakuliga í ein eystan og køld luft við vetrarælum streymar inn yvir Føroyar av norðri og útnyrðingi. Í dag fer ein hátrýstsryggur framvið av vestri og ger veðrið støðugari eitt skifti. Í nátt fer fyrst eitt brúgvalag framvið av vestri, og síðani lýggjari luft. Fyrst í komandi viku fer eitt lágtrýst framvið Íslandi av útsynningi sunnan og ger ein rímiliga sterkan, men lýggjan streym at útsynningi yvir Føroyar, men seinni fer væntandi ein kuldabrúgv framvið av vestri, sum hevur kaldari luft og ælaveður við sær.
Í dag
Lot til andøvsgul av norðri ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Seinnapartin øtlar hann í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og seinnapartin møguliga kavi ella vátaslettingur í støðum. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður nógv regn av vestri, møguliga vátaslettingur at byrja við. Hitin millum 4 og 7 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynningi, 7 til 12 m/s, sum hækkar í ein vestan og útnyrðing og eitt skifti øtlar í hvassan vind, um 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, sólglottar og okkurt æl. Um náttina gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Turt, men yvirhøvur skýggjað. Hitin millum 3 og 8 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 7 til 12 m/s, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn, sum frá líður támut. Hitin millum 8 og 10 stig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti gul til stívt andøvsugl, 5 til 10 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á, men seinnapartinklárar í, samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 8 og 10 stig, um náttina niður í 3 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 16 m/s, um náttina av vestri. Skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður, sum frá líður møguliga vátaslettingur. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í 4 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 16 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í 4 stig.