Unn Paturson  enn eitt come back á Asfalt

Nú er nakað liðið, síðan føroyingurin hevur hoyrt nakað frá Unn Patursson, men nú noyðast vit ikki at bíða leingi afturat. Unn hevur nevniliga savnað sær nakrar knalldugnaligar tónleikarar, og við teimum trínur hon á pallin á Asfalttiltakinum. Unn lýsir sín tónleikastíl sum eina samanrenning millum fusión og popp.


Unn er uttan iva ein av okkara fremstu songfuglum. Hon syngur sera sannførandi, og hon hevur eitt sterkt innlit í tónleikin sum verður framførdur á pallinum. Hetta gevur henni eitt stórt yvirskot til hennara framførslu.


Unn hevur áður forkelað okkum við tveimum góðum útgávum. Gloymska Við Grape var slóðbrótandi poppur í einum hami, sum ikki áður er hoyrdur her á landi. Síðan fór Unn at arbeiða uppá eitt meiri jassutt konsept, sum hon kallaði fyri RUN. 
Teir sum spæla saman við Unn Patursson eru Rógvi á Rógvu á  trummum, Arnold Ludvig á bass og Magnus Johannessen á  tangentum.