Universitets samstarv í Norði

Norðuratlantiska Tankasmiðjan mælir til, at ein tvørfaklig masterútbúgving verður skipað í samstarvi millum universitetini í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Strandar-Noregi við heitinum Management and Development in the High North.

"Vaksandi áhugi er fyri økinum, her vit eru. NORA-økið er als eingin útjaðari, men er í roynd og veru miðdepilin í eini nýggjari politiskari og búskaparligari menning. Norðuratlantiska Tankasmiðjan heldur at NORA-londini eiga at brúka henda møguleika til alt, hann hevur uppiborið. Vit mugu ikki enda sum ferðafólk í skipum hjá øðrum. Vit skulu sjálv stýra skipunum. Og vit skulu stýra teimum væl." Hesi orðini eigur Norðuratlantiska Tankasmiðjan, sum í dag, 1.1.2011, kunnger sítt fyrsta tilmæli í sambandi við setuna hjá Norðurlandaráðnum 2011 í Fólkatinginum í Keypmannahavn.

Felags framtíð

Norðuratlantiska Tankasmiðjan hevur í sínum fyrsta tilmæli støði í tí, sum Grønland, Ísland, Føroyar og Strandar-Noreg hava í felag. Umframt standardfrasur um felags strandarsøgu og havsins týdning, heldur tankasmiðjan, at tað, sum ivaleyst knýtir NORA-londini saman, er teirra felags framtíð. Økið er mitt ímillum Norðuramerika og Europa sum eitt portur til Arktis. Betri ber neyvan til at liggja fyri. Norðurøkini eru á skránni hjá stórveldunum. Veðurlagið broytist. Ísurin bráðnar. Skipaferðslan økist. Mineral, olja og gass verða útvunnin. Heimurin hyggur norðureftir.

Sambært Norðuratlantisku Tankasmiðjuni fer áhugin fyri økinum at vaksa munandi tey næstu árini. Tankasmiðjan skrivar "Tá ið nakað nýtt fer at henda, og tað hendir, eru vit noydd at sita í skiparastólinum. Vit eru noydd at hava fólk, ið dugir at stýra soleiðis, at NORA-økið sum heild fær vinning burturúr, at heimurin vil vera passaserur hjá okkum. Ikki øvut".

Felags masterútbúgving

Skal NORA-økið kunna hevda seg, heldur Norðurlantiska Tankasmiðjan, at førleikamenning er tað týdningarmesta. Norðuratlantiska Tankasmiðjan mælir til, at ein tvørfaklig masterútbúgving verður skipað í samstarvi millum universitetini við heitinum "Management and Development in the High North". Endamálið við útbúgvingini er, at studentarnir skulu útvega sær førleikar, ið kunnu brúkast bæði hjá tí almenna og privata vinnulívinum.

Tankasmiðjan skrivar: "NORA-økið hevur tilfeingi. NORA-økið hevur møguleikar. NORA-økið hevur alt, ið skal til fyri at fáa viðburð. Tí er kunnskapur tað týdningarmesta, vit kunnu stremba eftir. Førleiki er lykilin til framtíðar ríkidømi."

NORA (Norrønt Atlantssamstarv), sum er ein stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum hevur stovnað Norðuratlantisku Tankasmiðjuna. Átta limir eru í Norðuratlantisku Tankasmiðjuni, tveir úr hvørjum landi í økinum. Limirnir eru:

• Tine Pars, rektari á Ilisimatusarfik, universitetið í Grønlandi.

• Henrik Leth, stjóri í Sulisitsisut, grønlandska arbeiðsgevarafelagið.

• Halla Helgadóttir, stjóri á Hönnunarmiðstöð, íslendska Design Center.

• Karl Benediktsson, professari í samfelagsgeografi , Háskóli Íslands, íslendska universitetið.

• Frank Aarebrot, professari í komparativum politikki, universitetið í Bergen.

• Arne O. Holm, serráðgevi hjá Nordområdesenteret í Bodø.

• Hermann Oskarsson, stóri á Hagstovu Føroya.

• Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá SAMTAKI,

Norðuratlantiska Tankasmiðjan er politiskt óheft, og stað stendur limunum frítt at meina, tað teir vilja, um gongdina í NORA-økinum. Tey sjónarmið, tær metingar og tey tilmæli, tankasmiðjan kemur við, umboða tí ikki almennu áskoðanina ella politisku linjuna hjá NORA, sigur NORA í skrivi.