Føroya Handilsskúli hevur í samband við útbygging av Ungt Virki verkætlanini havt vitjan av fyrrverandi rektaranum á Ålborg Universiteti, Sven Caspersen. Sven Caspersen var við til at stovna universitetið, har hann eisini sat sum rektari í 28 ár. Hann er útbúgvin cand.polit, og hevur hann sitið sum deildarleiðari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og í Forsikringselskabernes Statistikkontor. Harafturat hevur hann sitið í nevndum á altjóða universitetum, umframt at hann hevur sitið á mongum álitispostum.
Í 1980 árunum sat hann í norðurlendskum bólki, sum arbeiddi við at seta á stovn eitt universitet í Føroyum, nakað sum er øgiliga týdningarmikið fyri nærumhvørvið, metir hann.
- Í 1974 stovnaði eg saman við øðrum Ålborg Universitet. Tað var soleiðis, at økið í Norðurjútlandi var og er í stóran mun myndað av fiskiskapi, skipasmiðjuvirksemi, landbúnaðarídnaði og øðrum, ídnaður, sum var rættiliga kleimdur tá, og stórt ynski var millum fólk um at fáa ein útbúgvinarstovn í økinum. Tí stovnaðu vit eitt universitet í økinum, sum í dag hevur vaksið seg til eitt stórt granskingaruniversitet við 13.000 lesandi og á leið 1.000 í starvi, greiðir Sven Caspersen frá.
Tað hevur havt nógv at siga fyri økið, at hava eitt universitet, sum kann bjóða útbúgvingar á øllum stigum. Umframt at bjóða út útbúgvinar á bachelor- og kandidatstigi, bjóðar universitetið granskingarmøguleikar, eftirútbúgvingar, parttíðarútbúgvingar og fjarlestur til teirra, ið hava brúk fyri tí.
Vitan skal vera atkomilig
Universitetið í Ålborg leggur stóran dent á gransking og tætt samstarv við virkir í nærumhvørvinum. Tað verður arbeitt tvørtur um tey fimm fakultetini, og miðað verður eftir samstarvi við uttanhýsis gransking. Fleiri enn 70 útbúgvingar og sergreinar eru at finna innan humaniora, samfelags-, ingeniør-, natúr- og heilsufrøði, og fíggjarliga rásarúmið liggur um 1,4 milliard.
Tað, at hava eitt universitet hevur alstóran týdning fyri nærumhvørvið. Bæði fyri tey, ið ynskja at taka eina útbúgving í nærumhvørvinum, og fyri virkir, ið hava tørv á vitan um eitthvørt, sum universitetið kann veita.
- Tað er av stórum týdningi at eitt lítið samfelag sum Føroyar, hevur ein instans, sum kann blanda seg. Umframt at vera ein vitanardepil, er tað umráðandi at universitetið kann bjóða fólki útbúgvingar, bæði við generellum og specifikkum atliti.
Sven Caspersen metir, at á leið 50 prosent av teimum, ið verða upptikin á Ålborg universitet, eru úr nærumhvørvinum. Vitan skal vera atkomilig fyri tey, ið ynskja at taka útbúgving í økinum, tey búgva í.
Út frá tí, Sven Caspersen veit um Fróðskaparsetur Føroya, er tað eitt universitet á høgum støði, hóast tað er at meta sum eitt lítið universitet.
- Tað at uppbyggja eitt universitet, er ein langtíðaríløga, tú gert. Tað tekur langa tíð at fáa eitt universitetsumhvørvi at hanga saman, og tað tekur tíð at reka ein slíkan vitanardepil. Men tað er av alstórum týdningi at hava eitt universitet, ið kann tryggja útbúgvingar til fólkið, og sum samfelagið kann fáa gagn av í dagliga samfelagskjakinum, sigur Sven Caspersen.