Universitet NÚ!

Heilaflýggjan drenar landið og tí er gransking og útbúgving einasta loysnin á ovurstóra fólkatrotinum í Føroyum. - Eitt rættiligt universitet er einasti vegurin, vilja vit fylkjast við umheiminum inn í framtíðina, sigur Marita Rasmussen, nýsettur stjóri í Vinnuhúsinum

Í mun til meginlandið eru Føroyar útjaðari, og vit hava ikki ráð til at útflyta klóku høvdini. Tí mugu og skulu vit raðfesta gransking og útbúgving allarfremst. Hetta er greiða niðurstøðan hjá Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, í samrøðu við Sosialin.

Prátið kemur í lag, sum avleiðing av ikki sørt ræðandi útlitunum fyri Føroya framtíð, sum fólk við viti og skili eru komin við seinastu dagarnar: At fólkatalið stendur í stað og at 2000 kvinnur mangla í, er ein vanlagna fyri landið. Millum teirra, sum hava úttalað seg, eru Jákup á Dul Jacobsen, vinnulívsmaður, Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, her í blaðnum í dag.


Føroyar eru útjaðari

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur við Sosialin, at trupulleikin við fólkatroti er ein klassiskur útjaðaratrupulleiki. Í hesum sambandi er vert at leggja sær í geyma, at í mun til meginlandið eru Føroyar ein útjaðari í sjálvum sær.

- So tá ið vit tosa um útjaðarapolitikk her á landi, eiga vit ikki at gloyma, at allar Føroyar eigur at handfarast sum ein útjaðari, minnir hon á, og vísir til, at vit serliga eiga at hyggja at, hvat onnur lond í somu støðu hava gjørt, eitt nú í Norðurnorra og í útjaðaranum í ES.


Atgongd til arbeiðsmegi

Nýsetti stjórin í Vinnuhúsinum, sum hevur tikið við eftir Jan Mortensen, greiðir frá, at tá ið búskaparvøkstur er, er týðandi at vit hava atgongd til arbeiðsmegi. Men vit eru í tí óhepnu støðu, at onki arbeiðsloysi er, samstundis sum fólkatalið er støðugt. Hetta rakar bæði vinnuna og almenna sektorin, har ilt er at finna skikkaða arbeiðsmegi - bæði faklærda og ófaklærda.

- Trupulleikin er kanska, at landið er ikki nóg attraktivt hjá fólki at flyta heim aftur til. Og eftir øllum at døma er hetta serliga galdandi fyri kvinnurnar, sigur Marita Rasmussen.


Universitet sum skjótast

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skrivað tvey álit um gransking og útbúgvging. Har er ongin ivi um, at hetta er mest týðandi satsingin fyri framtíðina. Bæði um landið skal standa seg í altjóða kappingini, og fyri at venda óhepnu gongdini viðvíkjandi fólkatalinum og kynsbýtinum.

- Vit mugu fáa eitt ordiligt universitet sum skjótast. Og so skal peningur setast av til eitt nú ph.d. gransking, so vit fáa eitt ordiligt granskingarumhvørvi, sigur Marita Rasmussen. Í hesum sambandi heldur hon tað vera alneyðugt, at føroyingar kunnu nema sær í øllum førum partar av hægri útbúgvingum her á landi.

– Vegurin fram er útbúna fólkið. Vit rokna við, at tey fáa sær eina útbúgving, men í løtuni er vandin, at tey koma ikki heim aftur eftir loknan lestur, millum annað tí tey kunnu ikki menna seg víðari her heima, sigur Marita Rasmussen.


Vinnan medábyrgd

Sambært nýsetta stjóranum í Vinnuhúsinum hevur vinnan eisini ábyrgd av at bjóða seg fram í sambandi við granskingarverkætlanir og at hava starvsvenjingarpláss til tey lesandi.

- Vinnan eigur eisini at vera meira aktiv í rekruteringini av arbeiðsmegi til Føroyar. Í løtuni hendir tað, at størv verða lýst leys, men at ongin søkir tey, og tí lækka krøvini eisini. Fyritøkurnar skulu tí gera nógv meira fyri at marknaðarføra seg og at skapa spennandi umhvørvi og avbjóðingar til fólk við útbúgving, greiðir Marita Rasmussen frá.


Livandi lestrarumhvørvi

Hon sigur, at eitt livandi lestrarumhvørvi við næmingum og lærarum, bæði úr Føroyum og útlandinum, hevur nógv annað gott við sær fyri landið.

- Í býum við lesandi ungdómi er eisini grundarlag fyri einum livandi umhvørvi við nógvum nýggjum arbeiðsplássum og tilboðum av ymsum slag, sigur Marita Rasmussen, sum heldur tað vera eina politiska avbjóðing at skapa fortreytirnar fyri einum sonnum vitanarsamfelag, har lærdi ungdómurin trívist og velur at búseta seg við maka og børnum.

Og hon vísir á, at tørvur er á einum kjaki í fólkinum um hetta. Síðani skulu pengar og orka raðfestast politiskt. Og vit mugu gera okkum greitt hvørjar útbúgvingar og hvørji granskingarstørv vit vilja hava. Og síðani eisini eitt gott grundstykki og høli til virksemið.


Er ikki ein útreiðsla

At verandi karmar um lestraumhvørvið í Føroyum er so vánaligir, heldur hon lítið um.

- Ongin ivi er um, at vit eiga at hava virðiligar karmar. Og hetta er ikki ein spurningurin um at brúka meira pengar, men at brúka teir øðrvísi. Vit hava raðfest vegakervið, brúgvar og tunlar og tað hevur havt avgerandi týdning fyri vinnuna. Men nú mugu vit raðfesta granskingina, sigur hon, og endar við hesum orðum:

-Tað átti at verið ein fyrimunur, at ungdómurin nemir sær útbúgving. Men beint nú beri eg ótta fyri, at vit eru um at enda við braindrain av ringasta slag, eins og í Hetlandi, har lítil vón er eftir.