Manchester United skuldi hava eitt stig í næstseinasta dystinum í landskappingini fyri at tryggja sær meitaraheitið.
Og tað var júst tað, sum Manchester United fekk burtur úr dystinum ímóti Arsenal á Old Trafford.
Arsenal hevði greiða leikliga yvirvág, men kjansirnir vóru fáir. Einu ferðina rakti Fabregas stongina við skoti úr spískum, men annars vóru ikki stórir kjansir. Langt var ímillum hóttaninar hjá Manchester United.
Men Manchester United hevur nú tryggjað sær enska meistaraheitið í ár.










