Tónleikur
10 ár eru liðin, síðani føroyska kórið United Voices fyrstu ferð var á palli. Kórið var stovnað av Eiriki Skála og Símuni J. Hansen í samband við vitjanina hjá Andraé Crouch í Føroyum í 1997. Konsertin eydnaðist væl, og ítróttarhøllin á Hálsi var fullsett. Síðan tá hevur United Voices verið virkið. Nógv hava verið við í tvørkirkjuliga kórinum, sum hevur sungið kring alt Føroyar til nógvar konsertir hesi 10 árini.
Í 2000 var kórið á konsertferð í Danmark og Álandi, og tann eina konsertin tá var á stóra pallinum í Tivoli í Keypmannahavn.
Í løtuni er Sigrið Rasmussen leiðari av kórinum, meðan kórnevndin tekur sær av øllum tí praktiska. Gunnar Guttesen tekur sær av orkestri, og Eirikur Skála av blásarunum. Eirikur var somuleiðis kórleiðari frá byrjan til
Nú kórið hevur verið til í 10 ár, vendi kórið sær til Gjamma, fyri at hoyra um til bar at fáa eitt kent navn til Føroya at syngja saman við. Tað eydnaðist Gjamma at fáa fatur á Ron Kenoly, sum beinanvegin játtaði at koma til Føroya.
Føðingardagskonsertin, sum eisini er ein jólakonsert, verður í Kelduni í Skálfirði 19. desember klokkan 20.30, og atgongumerki til konsertina fáast á heimasíðuni hjá Gjamma.
Við sær hevur Ron Kenoly sangarar, solosangarar, dansarar og tónleikarar. Og saman við føroysku tónleikarunum og nøkrum sangarum úr gospelkórinum Vox, fer United Voices á pall við 10 árum á baki, 19.
desember í Kelduni. Til lukku.