Enska blaðið The Times vil vera við, at Manchester United ætlar sær at keypa stóru stjørnuna hjá Ajax í Hollandi. Álopsspælarin Luis Suarez hevur rættiliga gjørt vart við seg í hollendskum fótbólti, og United skal verða sinnað at keypa spælaran á nýggjárinum. Prísurin verður eftir øllum at døma millum 200 og 300 milliónir krónur. Luis Suarez er 22 ára gamal og hevur skotið 54 mál í 75 dystum fyri Ajax.