Tað nærkast til januar-flytingarvindeygað letur aftur, og fleiri og fleiri søgur hoyrast og síggjast um spælaraflytingar í evropeiskum fótbólti.
Spanska stórfelagið Real Madrid vilja ógvuliga gjarna hava David de Gea at verja málið hjá sær. Men Manchester United ætlar at selja David de Gea dýrt.
Sambært enska blaðnum "Daily Express" vil Manchester United hava 485 miljónir krónur fyri at selja David de Gea til Real Madrid. Men blaðið veit eisini at siga, at Manchester United ger eina roynd fyri at halda David de Gea í felagnum. Sambært "Daily Express" hevur Manchester United bjóða David de Gea ein fimm ára sáttmála, og eina vikuløn uppá nærum tvær miljónir krónur í okkara peningi.
Enskir miðlar vita eisini at siga, at bæði spanska Valencia og West Ham United skulu verða áhugaði í at ogna sær skotska miðvallaran, Darren Fletcher. Darren Fletcher hevur bara seks mánaðir eftir av sáttmálanum við Manchester United, sambært norska TV2.