United vann einasta útisigurin

Lívligasti dysturin í kvøld var í Madrid, har Real Madrid og Bayern Munchen spældu. Longu í fyrra hálvleiki vóru fýra mál komin, og Real Madrid hevði fingið trý teirra. Týska liðið varðveitti tó kjansin til seinna dystin við at minka um munin til 3-2 nakað fyri leiklok.

 

Manchester United spældi ímóti Lille, og enska liðið vann einasta útisigurin í kappingini í kvøld. Veteranurin Ryan Giggs skoraði eitt lumpisligt mál upp á beinleiðis fríspark í seinna hálvleiki, og tað var einasta málið í dystinum.

 

Arsenal spældi ímóti PSV,og liðið út Eindhoven vann dystin 1-0. Celtic og AC Milan spældu í Glasgow, og har kom einki mál.

 

Seinnu fýra 1/8 finalurnar í Champions League verða spældar mikukvøldið. Tað er millum annað stórdystur millum FC Barcelona og Liverpool á skránni. Danska TV3+ vísir hendan dystin beinleiðis.