United vann Charity Shield

Við máli í 93. minutti avgjørdi Nani Charity Shield dystin móti Manchester City. Manchester United var aftanfyri 2-0 í hálvleikinum, men vann 3-2.

 

Steypadysturin millum ensku meistararnar og FA Cup vinnararnar var spældur á enska tjóðarleikvøllinum, Wembley, í dag. Manchester United megnaði at venda 0-2 til 3-2 upp á ein hálvleik.

 

Tað var Manchester United, ið kom best frá byrjan í dystinum. Spælið gekk skjótt og fleiri ferðir spældu teir seg fram til góðar støður, men tað seinasta manglaði. At talan var um eina grannauppgerð sást eisini á taklinginum. Phil Dowd mátti fleiri ferðir í lumman eftir gula kortinum.

 

Stutt fyri steðgin kom Manchester City á odda. Eftir fríspark í vinstru var Joleon Lescott fyrstur á við høvdinum og stútaði bóltin í mál. Løtu seinni økti Edin Dzeko til 2-0 við langskoti, sum nýggi Manchester United málverjin, David De Gea, helst kundi havt vart fyri. Skotið var væl uttanfyri brotsteigin, men myndirnar vísa eisini at bólturin ferðast ójavnt í luftini.

 

Venjarin hjá Manchetser United, Sir Alex Ferguson, gjørdi tríggjar útskiftingar í hálvleikinum, umframt at hann helst hevur sagt nøkur borgarlig orð, tí Manchester United kom út til seinna hálvleiki sum eitt ódnarveður.

 

Fyrst minkaði Chris Smalling um munin eftir fríspark. Løtu seinni javnaði Nani við fyrsta floks máli. Skjótt og gott samanspæl endaði við at Nani gjørdist leysur. Úr spískum lyfti hann bóltin upp um Manchester City málverjan og mál.

 

Í tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat, fór Manchester United í mótálop. Tað endaði við, at Nani gjørdist púra leysur móti Joe Hart í Manchester City málinum. Nani var kaldur og rak framvið málverjanum og trillaði bóltin í mál til 3-2.

 

Minuttin eftir bríkslaði Phil Dowd fyri seinastu ferð.

 

Ein samandráttur frá dystinum kan síggjast HER

 

Manchester City – Manchester United 2-3 (2-0)

1-0 Joleon Lescott, 38

2-0 Edin Dzeko, 45+1

2-1 Chris Smalling, 52

2-2 Nani, 58

2-3 Nani 90+3

 

Dómari: Phil Dowd

 

Manchester City: Joe Hart – Micah Richards, Joleon Lescott, Vincent Kompany, Alexandar Kolarov(Gael Clichy, 82) – Nigel de Jong, Yaya Toure, James Milner(Adam Johnson, 67) – David Silva, Mario Balotelli(Gareth Barry, 59), Edin Dzeko

 

Á bonkinum: Stuart Taylor, Stefan Savic, Shaun Wright-Phillips og Sergio Aguero

 

Manchester United: David De Gea – Chris Smalling, Nemanja Vidic(liðsk)(Phil Jones, 46), Rio Ferdinand(Johnny Evans, 46), Patrice Evra(Rafael, 71) – Nani, Michael Carrick(Tom Cleverley, 46), Anderson, Ashley Young – Wayne Rooney, Danny Welbeck(Dimitar Berbatov, 89)

 

Á bonkinum: Anders Lindegaard og Park Ji-Sung