Champions League
(Keypmannahavn): Føroyingar hava í nógv ár havt eitt serligt forhold til danska fótbóltsfelagið FC Keypmannahavn. Høvuðsorsøkin til tað er helst, at Todi Jónsson í nógv ár spældi fyri felagið. Nú eru tvey ár liðin, síðani Todi gavst í felagnum, men nógvir føroyingar fylgja framvegis gongdini í størsta danska felagnum.
Í kvøld spælir FCK sín størsta dyst nakrantíð. Enska stórfelagið Manchester United er komið til Keypmannahavn at dystast við FCK í Champions League, og í FCK viðurkenna tey, at felagið spælir ímóti einum munandi sterkari liði.
Sjálvt nevndarformaðurin í FCK, Flemming Østergaard, er mest sum fegin um bara at sleppa at verða við í Champions League.
- Eg eri hugtikin av søguni, og eg havi stóra virðing fyri henni. At vitja hjá Celtic og United luktar av fótbólti, so at tú bara kanst gerast glaður, sigur Østergaard við 24timer.
Útidystir truplir
Týsdagin hitti venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, pressuna, og hann var í góðum hýri, nú úrslitini hjá hansara liði hava verið sera góð seinastu tíðina.
- Góð lið spæla støðugt, og vit skulu halda fast um góðu gongdina seinastu tíðina. Útidystir í europeiskum kappingum eru altíð truplir, men vit ætla okkum at vinna ímóti FCK, segði Ferguson.
Skotski venjarin segði seg hava virðing fyri danska liðnum.
- Donsk lið eru kend fyri at stríðast til tað síðsta, og tað ger FCK eisini. Í fyrra dystinum ímóti okkum kláraðu teir seg væl. Teir spældu væl, vóru á einum góðum tekniskum støði, men manglaðu nakað í avslutningsspælinum, segði Ferguson við tey mongu tíðindafólkini í Parkini í gjár.
Brúkar allan hópin
Eftir tíðindafundin vandi enska felagið í Parkini. Takið á danska tjóðarvøllinum var í dagens anledning drigið fyri, og vøllurin tóktist verða í hampuligum standi.
Tað var sjón fyri søgn, at tríggir av stuðulsspælarunum hjá United verða ikki við í stórdystinum ímóti FCK í kvøld. Gary Neville, Louis Saha og Ryan Giggs eru ikki við á ferðini til Keypmannahavn, tí teir eru skaddir.
Ferguson segði á tíðindafundinum, at nakrir av teimum, sum ikki hava spæl fast við seinastu dystrinar, sleppa at royna seg í kvøld. Hann nevndi Wes Brown, Gabriel Heinze, John O’Shea og David Fletcher í hesum samanhangi.
- Vit skulu brúka okkara hóp, og tað havi eg eisini gjørt higartil. Líkamikið hvør spælir í kvøld ella næstu ferð, so fara vit á vøllin fyri at vinna, segði Sir Alex Ferguson.
Dysturin millum FCK og Manchester United verður spældur kl. 19.45 í kvøld, og hann kann síggjast á TV3+.










