United tapti aftur heimadyst

Swansea vann fyri fyrstu ferð í søgu felagsins dyst á Old Trafford, og Nottingham Forest bukaði West Ham

Aftur í dag hava dystir verið í triða umfari av enska FA-Cup, og aftur í dag gjørdist talan um nøkur óvæntað úrslit.

 

Nottingham Forest var á sinni eitt av veruligu stórfeløgunum í Onglandi, og teir spældu sum í gomlum døgum, tá West Ham vitjaði. West Ham hevði fleiri ungar og óroyndar spælarar til dystin, og hetta kostaði. Nottingham Forest vann nevnliga heilti 5-0, eftir at støðan í steðginum var 1-0.

 

Á Old Trafford máttu heimaáskoðararnir enn einaferð taka til takkar við einum tapi á heimavølli. Hesa ferð vitjaði Swansea, og hóast teir vóru trýstir part av dystinum, so eydnaðist Laudrup og hansara monnum at vinna dystin 2-1. Sigursmálið stútaði Wilfried Bony dygst undan dystarloki. Tá spældi Manchester United við 10 monnum, eftir at Fabio fekk reytt kort fyri eina fyrilitarleysa tackling.

 

Úrslitini í dag:

Nottingham Forest-West Ham 5-0

Sunderland-Carlisle 3-1

Derby-Chelsea 0-2

Liverpool-Oldham 2-0

Port Vale-Plymouth 2-2

Manchester United-Swansea 1-2