Føroyska fótbóltslandsliðið kann framvegis skapa ristingar og stúran í skotskum fótbólti. Eftir tveir javnleikir ímóti Føroyum, vita skotar, at tað er ikki nøkur løtt uppgáva hjá teimum at koma til Føroya at spæla.
Ein tann kendasti skotski landsliðsspælarin, Darren Fletcher úr Manchester United, viðurkennir, at hann ræðist mest føroyska liðið í næstu EM-undankappingini, har heimsins sterkastu landslið annars eru við í bólkinum hjá Skotlandi.
- Eg stúri meira fyri Føroyum enn øll hinum liðunum í bólkinum. Dystirnir ímóti teimum eru teir truplastu, tí øll krevja, at vit skulu vinna 3-0 ella 4-0. Men øll lið hava tað trupult ímóti Føroyum, og eg havi eisini tosað við onkrar av írunum, og teir siga tað sama. Tað er sera trupult at spæla ímóti Føroyum, sigur Darren Fletcher við Teamtalk.
- Hyggur tú eftir londunum í okkara bólki, so er nakað serligt við Føroyum. Tað kemst sjálvandi av javnleikunum, teir hava fingið ímóti okkum, og tað kann henda aftur. Vit eru í einari støðu, har vit einki hava at vinna, og vit vita eisini, hvussu trupult tað er, um tú ikki gevur títt allarbesta frá byrjan og gjøgnum allan dystin ímóti Føroyum.
Føroyar og Skotland skulu spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum næsta árið. Fyrri dysturin verður longu 2. september, tá ið londini bresta saman í Glasgow.