Seinna hálva av fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Stóri dysturin var í Italia, har Juventus við Cristiano Ronaldo á odda tóku ímóti Manchester United.
Cristiano Ronaldo legði Juventus á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki, men bara fýra minuttir fyro tíð vendi dysturin. Juan Mata javnaði upp á beinleiðis fríspark, áðrenn eitt sjálvmál eftir frísparksinnlegg tryggjaði José Mourinho sigurin. Við sigrinum hevur United nú góð kort á hondini undan tveimum teimum seinastu umførunum.
Aðrastaðni vunnu Real Madrid og Manchester City stórar sigrar upp á 5-0 og 6-0.
Bólkur E:
Bayern Munchen – AEK Athens 2-0
Benfica – Ajax 1-1
Støðan:
1. Bayern Munchen 10
2. Ajax 8
3. Benfica 4
4. AEK Athens 0
Bólkur F:
Lyon – Hoffenheim 2-2
Manchester City – Shakhtar Donetsk 6-0
Støðan:
1. Manchester City 9
2. Lyon 6
3. Hoffenheim 3
4. Shakthar Donetsk 2
Bólkur G:
CSKA Moskva – AS Roma 1-2
Viktoria Plzen – Real Madrid 0-5
Støðan:
1. Real Madrid 9
2. AS Roma 9
3. CSKA Moskva 4
4. Viktoria Plzen 1
Bólkur H:
Valencia – Young Boys 3-1
Juventus – Manchester United 1-2
Støðan:
1. Juventus 9
2. Manchester United 7
3. Valencia 5
4. Yonug Boys 1