United spanskan málverja

Enska meistaraliðið Manchester United hevur tryggjað sær spanska málverjan David De Gea, sum spælir við Atletico Madrid. Alex Ferguson váttaði í gjárkvøldið, at felagið hevur keypt De Gea, men tá høvdu spanskir fjølmiðlar borið tíðindini. Teir siga, at alment verður keypið staðfest næsta mánadag á Old Trafford, har nýggi málverjin verður hjástaddur.

 

-Vit hava arbeitt leingi við hesum, og tað er rættiliga langt síðani, at vit gjørdu av at royna at fáa fatur á honum. Hann er ungur og sera kvikur, og eg eri vísur í, at hann verður ein góður eftirmaður hjá Edwin van der Sar, segði Alex Ferguson við Sky Sport í gjárkvøldið.

 

Hann legði afturat, at David De Gea dugir væl at stýra verjuni, og tað er júst eisini ein eginleiki hjá undanmanni hansara.