United-spælarar keypt felag

Nú um dagarnar frættist, at nakrir fyrrverandi spælarar hjá Manchester United høvdu keypt eitt fótbóltsfelag.

So bleiv váttað, at Ryan Giggs, Gary og Phil Neville, Nicky Butt og Paul Scholes høvdu keypt eitt felag, men tó ikki Manchester United.

 

-Vit fara at brúka royndir okkara til hjálpa ungum monnum, sigur Ryan Giggs.

 

Salford City er eitt lítið felag í Manchester, men tað er ikki av tilvild, at teir gomlu United-spælararnir valdu júst tað felagið. Paul Scholes er ættaður úr Salford, Gary Neville vandi í Salford, tá hann kom til United, og Ryan Giggs býr har.

 

-Salford City minnir okkum á tey gomlu góðu árini, og ítróttarandin har er eisini tann rætti, sigur Gary Neville við enskar fjølmiðlar.