Fyri fyrstu ferð síðani 2004 er Manchester United ovast á inntøkulistanum hjá Deloitte Football Money League. Enska stórfelagið yvirhálar Real Madrid, sum hóast ein sigur í Champions League dettur niður á triðja pláss – aftanfyri arvafíggindan Barcelona.
Manchester United hevur 4,4 milliardir krónur í inntøkum fyri farna kappingarár, hóast liðið ikki kom úr bólkaspælinum í Champions League. Deloitte Football Money League verður roknað út eftir dystarinntøkum, stuðlum og rættindum, har einamest sjónvarpsrættindum.
Manchester United er tiltikið væl fyri, tá talan er um at fáa væl burturúr stuðlum. Hesin parturin vaks við áleið 600 milliónum krónum frá 2014/15 til 2015/16. Manchester United stendur seg eisini væl, tá talan er um branding. Spælarar sum Zlatan Ibrahimovic og Paul Pogba eru millum teirra, sum selja flest troyggjur kring allan heimin.
Mett vóru tó, at Manchester United ikki heldur fast í fyrsta plássinum til komandi uppgerð, tí liðið ikki er í Champions League hetta kappingarárið.
Pemier League í serstøðu
Í topp tíggju eru heili fimm feløg úr Premier League, meðan átta eru í topp tjúgu. Millum tey væntaðu eru Manchester City (5), Arsenal (7), Chelsea (8) og Liverpool (9). Longur niðri á listanum koma Tottenham (12), West Ham (18) og ensku meistararnir Leicester City (20)
Premier League feløgini eru í serstøðu, tí søguliga stóri sjónvarpspakkin upp á næstan hálvt hundrað milliardir krónur yvir trý ár, tók við til kappingarbyrjan í 2015/16. Tað sæst eisini aftur, tí at Leicester kemur á topp tjúgu listan, tí teir vinna deildina, men annars ikki hava verið á listanum nakrantíð.
Real Madrid yvirhálað
Champions League vinnararnir úr Real Madrid hava verið nummar eitt á listanum í ellivu ár upp í slag. Hóast inntøkurnar eru øktar, so hevur Barcelona akkurát yvirhálað høvðusstaðarliðið í inntøkum fyri farna kappingarár.
Á fjórða plássi er Bayern Munchen, meðan Paris Saint-Germain (6) og Juventus (10) eru tey fimm feløgini á topp tíggju listanum, sum ikki koma úr Premier League.
Topp 10:
1. Manchester United
2. Barcelona
3. Real Madrid
4. Bayern Munich
5. Manchester City
6. Paris St-Germain
7. Arsenal
8. Chelsea
9. Liverpool
10. Juventus
(Øll frágreiðingin hjá Deloitte kann lesast við at trýsta HER)