United selir Nani

Nú skuldi verið vist, at portugisin skiftir felag

Síðani 2007 hevur portugisiski Nani verið Manchester United-leikari. Sum heild hava avrikini hjá honum tó verið óstøðug, hóast onkrir glottar hava verið at hóma hesi árini. Seinasta kappingarár var Nani útleigaður til Sporting Lissabon, sum United keypti hann frá í 2007. Nú tykist greitt, at hann ikki spælir nakran dyst afturat í United-troyggjuni.

 

Turkiska stórfelagið, Fenerbahce, sum B36 spældi ímóti í Champions League-undankapping í 2006, skrivar nevniliga á sínari Twitter-síðu, at sunnudagin kemur Nani til Istanbul, har hann skal ígjøgnum obligatorisku læknakanningina, áðrenn hann setir pennin á ein sáttmála við Fenerbahce.

 

Nani er 28 ára gamal.