United rindar 250 milliónir fyri Lucas

Enn ein brasilsk OL stjørna er á veg til enskan fótbólt. Internazionale og Chelsea eru samd um ein prís fyri Oscar, og nú veit Daily Mirror at siga, at Manchester United og Sao Paulo eru samd um ein prís á 26 milliónir pund fyri miðvallarleikaran.

 

19 ára gamli Lucas Moura er so høgt í metum hjá Alex Ferguson, at sjálvt ikki ein tvífaldan av upprunaliga boðnum ræddi venjaran burtur.

 

Bæði Chelsea og Inter Milan hava ligið framvið eftir Lucas, men nú bendir alt á, at hann endar í Manchester United. Persónligu krøvini hjá Lucas hava tó ikki verið til samráðingar enn, men tá Manchester United rindar so nógv fyri spælaran, munnu persónligu krøvini eisini fáast upp á pláss.

 

Eitt sum kortini kann forða Lucas í at gerast Manchester United spælari, er arbeiðsloyvi. Lucas hevur nevniliga ikki leikt nóg nógvar landsdystir til at fáa eitt automatiskt arbeiðsloyvi í Onglandi.

 

Roknað verður kortini ikki við, at tað í síðsta enda fer at verða ein forðan fyri handlinum.

 

United verður eisini í hesum døgum sett í samband við Robin Van Persie. Sir Alex Ferguson sigst at hava fingið 50 milliónir pund at styrkja liðið við, og 26 av hesum milliónunum fara so til Sao Paulo fyri Lucas. 17 fóru til Dortmund fyri Shinji Kagawa, og so er ikki trupult at rokna út, at av teimum 50 milliónunum, eru bert sjey eftir at brúka.

 

Og Arsenal tykist standa fast við, at teir vilja hava 30 milliónir pund fyri Van Persie.