Higartil í hesum kappingarárinum hevur tað gingið illa hjá Manchester United og nýggja venjaranum David Moyes. Í kvøld raktu meistararnir botnin. Í hálvfinaluni í minnu steypakappingini var Manchester United á útivølli ímóti Sunderland, sum er botnlið í landskappingini. Og Sunderland vann 2-1.
Sunderland var frammanfyri 1-0 í hálvleikinum. Ryan Giggs gjørdi sjálvmál í síðstu sekundunum undan steðginum.
Tá ið Namanja Vidic sjey minuttir eftir hvíldina javnaði, kundi tað kanska vera, at meistararnir fingu um endan, men soleiðis vísti tað seg ikki at vera. Trettan minuttir seinni legði Fabio Borinin framum aftur.
Manchester United – fullkomuliga uttan sjálvsálit - megnaði ongantíð at seta Sunderland, har fyrrverandi United spælarin John OShea er verjuálit, undir trýst, og tað boðar ikki frá góðum, nú tey, sum standa fyri tørni í landskappingini, eru Swansea á heimavølli (Laudrup og hansara menn vunnu á Old Trafford í stóru steypakappingini síðsta leygardag) og Chelsea á útivølli.
Hetta var triðja ferðin á rað, at Manchester United tapti. David Moyes verður neyvan uppsagdur nú, men tað er eingin ivi, at sigursvanda felagið er í djúpari kreppu.
Seinna hálvfinalan verður á Old Trafford mikukvøldið 22. januar.









