United og Pogba floppaðu

Liga Cup: Manchester United tapti púra óvæntað fyri Bristol

Tað verða Chelsea og Bristol City, sum saman við Manchester City og Arsenal eru víðari til hálvfinalurnar í Liga Cup, sum er tann minna av steypakappingunum í Onglandi.

 

Manchester United, við Paul Pogba á odda, floppaði móti Championsship liðnum, Bristol City, sum tó liggur á triðja plássi í landskappingini. Heimsins dýrasti miðvallari, Paul Pogba, var á vøllinum aftur, eftir at hava sitið yvir leikbann. Hann mundi fingið reytt kort aftur í dag, men slapp við gulum korti, ið var heppið sambært viðmerkjaranum Phil Neville.

 

Tað var annars Zlatan Ibrahimovic, sum javnaði eftir at Bristol City hevði lagt seg á odda. Alt gekk upp fyri Bristol, tá Korey Smith í yvirtíðini skoraði til 2-1.

 

Chelsea var somuleiðis í trupulleikum, tá Bournemouth javnaði í 90. minutti, men bara sekundir seinni legði Alvaro Morata Chelsea á odda 2-1, sum eisini bleiv úrslitið.

 

Liga Cup:

Chelsea 2 - 1 AFC Bournemouth

Bristol City 2 - 1 Manchester United