Manchester United vann í kvøld ein greiðan sigur á Newcastle og eltir saman við Manchester City, sum vann í gjár, oddaliðið Chelsea.
Farna kappingarár kom Manchester United í eitt satt ódnarveður á St. James Park og tapti fyri Newcastle. Í kvøld gekk væl betri. Manchester United vann 3-0 og er nú saman við Manchester City á øðrum plássi, fýra stig aftanfyri Chelsea. Johnny Evans, Patrice Evra og Tom Cleverley skoraðu málini fyri Manchester United.
Liverpool spældi málleysan javnleik móti Stoke, meðan Tottenham vann 2-0 á Aston Villa. Aaron Lennon Steven Caulker skoraðu málini fyri Tottenham. Southampton og Fulham spældu eisini ein undirhaldandi dyst, sum endaði 2-2.
Premier League í dag:
Southampton Fulham 2-2
Liverpool Stoke 0-0
Tottenham Aston Villa 2-0
Newcastle Manchester United 0-3