United og Arsenal víðari í FA cup

Manchester vann á Aston Villa, og Arsenal vann stórdystin móti Liverpool í triðja umfari av FA cup. Charlton og Sheffiled United vórðu sligin út av liðum úr lægru deildunum

Triðja umfar í FA-cup kappingini varð leikt í vikuskiftinum, og hetta umfar er vorðið kent sum eitt ”romantiskt” umfar, tí at tá koma tey størru liðini inn í kappingina og spæla mangan móti onkrum smærri liði. Tí hendir tað ofta, at Dávid vinnur móti Goliat í triðja umfari.
Hetta er elsta og mest søguríka steypakappingin í heiminum, og her fara vit at skriva um nakrar av dystunum í triðja umfari.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Óvæntað úrslit
Hesaferð vórðu Premier League feløgini Sheffield United og Charlton sligin úr kappingini av liðum úr lægru deildunum.
Sheffield United leikti móti Swansea. Venjarin hjá Sheffield United, Neil Warnock, hevði valt at spara nakrar leikarar. Dysturin prógvaði, at hópurin er ov smalur, tí at Swansea smurdi teir av.
Kreppurakta Charlton spældi móti fyrrverandi stórliðnum Nottingham Forrest. Charlton hevur veruliga havt eitt vánaligt kappingarár higartil, og rákið vendi ikki í vikuskiftinum. Nottingham Forest vann dystin 2–0.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Javnleikir
Fleiri av stóru Premier League feløgunum spældu eisini javnleikir ímóti smærri liðum, og hesi feløg verða noydd at leika ein umdyst, sum skal avgera, hvat lið fer víðari í kappingini. Hetta verður illa dámt av venjarunum, sum nú fáa ein dyst afturat í eini frammanundan pakkaðari dystarskrá.
AV javnleikunum kunnu nevnast, at Newcastle og Birmingham leiktu 2 – 2. Fyrrverandi felagið hjá Juliani Johnsson, Hull, leikti 1 – 1 móti Middlesbrough. Leicester og Fulham leiktu 1 – 1. Sheffield Wednesday spældi 1 – 1 móti Manchester City og Tottenham og Cardiff leiktu ein málleysan javnleik.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stórdystirnir
Risarnir Arsenal og Liverpool hittust leygardagin. Thomas Rosicky skoraði tvey mál tíðliga í dystinum, áðrenn Dirk Kuyt minkaði um munin. Afturvendi Thierry Henry skoraði tó til 3–1 við einum góðum einmansavriki, sum fekk nógvar Arsenal-fjepparar at vóna, at Henry aftur nærkast toppforminum.
Sunnudagin møttust Manchester United og Aston Villa. Henrik Larsson leikti sín fyrsta dyst fyri Manchester United, og hann skoraði fyrsta málið. Milan Baros javnaði fyri Aston Villa, men hin skandinaviski veteranurin hjá Manchester United, Ole Gunnar Solskjær, skoraði sigursmálið í yvirtíðini.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Alex Fergusson segði eftir dystin, at 35 ára gamli Henrik Larsson kann koma at skjóta týdningarmikil mál eins og gamla Mancester United hetjan Eric Cantona, so nú verður spennandi at síggja, hvussu fer at ganga hjá ”Henke,” sum hann verður kallaður, komandi dystirnar.