United nærri meistaraheitinum

Vinnur Chelsea ikki á Arsenal í morgin, er Manchester United enskir meistarar. So greitt gjørdist tað í dag, tá ið Manchester United vann 1-0 á Manchester City. Einasta málið kom í 33. minutti, sum Ronaldo setti í netið eftir brotsspark. Manchester City hevði ein gyltan møguleika at javna tíggju minuttir fyri leiklok, tá ið teir eisini fingu brotsspark. Darius Vassell misnýtti tó møguleikan, og skeyt mitt á longu beinini hjá hollendska United-málverjanum, Edwin Van der Sar.

 

Chelsea hevur nú 8 stig upp til Manchester United, og vinna teir ikki á Arsenal í morgin, er meistaraheitið ikki til at røkka. Eftir dystin í morgin, eru tveir dystir eftir at leika.