Nógv er frammi í altjóða fótbóltsmiðlum, at kendi verjuspælarin hjá Real Madrid, Sergio Ramos er á veg til Manchester United. Bæði BBC, blaðið "The Guardian" og SkySport skriva, at United leggur nógv fyri at fáa undirskriftina hjá Sergio Ramos.
Ramos er sera misnøgdur við, at Real Madrid ikki vil leingja sáttmálan, sum gongur út í 2017.
Guillem Balague, sum er serfrøðingur í La Liga sigur tó við SkySport, at hann trýr lítið uppá, at Sergio Ramos gerst Manchester United spælari komandi kappingarár. Tað fer sambært Guillem Balague at kosta Manchester United 200 miljónir evrur (umleið 1,5 miljardir krónur í okkara peningi) at keypa Sergio Ramos leysan frá Real Madrid. Guillem Balague trýr heldur ikki uppá, at Real Madrid eru sinnaðir at selja Sergio Ramos.
Guillem Balague heldur, at agenturin hjá Sergio Ramos hevur likið tíðindini út um, at Sergio Ramos vil sleppa til Manchester United fyri at leggja trýst á Real Madrid at leingja sáttmálan, sum gongur út í 2017.










