Fyri júst einari viku síðani takkaði Ongland fyri seg í EM-endaspælinum, tá ið íslendska landsliðið bleiv ein ov stórur biti at svølgja. Ensku leikararnir kundu tó ugga seg við, at hetta viðførdi, at teir sluppu tíðliga í feriu og út í tann stóra heim at ferðast.
Hetta høvið gagnnýtti miðverjin hjá Onglandi og Manchester United, Chris Smalling, at fara til væl umtókta ferðamálið Bali, ið er ein indonesisk oyggj. Men ferian hjá Smalling hevur fingið eina keðiliga og óhepna vend.
Mynd er tikin av Smalling, har hann situr við bandasju um skallan og skrivar autograf á eina Manchester United-troyggju. Summir miðlar hava skrivað, at orsøkin til sjúkrahúsvitjanina hjá Smalling hevur verið eitt surfing-óhapp, men Sky Sports sigur seg vita, at Smalling small um og smekkaði høvdið í - burturúr ongum.
Smalling hevur eisini meiðslað sær somikið nógv, at hann hevur fingið bind um handliðið.