Tað vóru góðar vónir til Nick Powell, tá ið Manchester United fyri trimum árum síðani keypti hann fyri smáar 40 milliónir krónur frá Crewe Alexandra, sum hann tá hevði verið við til at spælt upp í triðbestu ensku deildina.
Ein álvarsligur skaði hevði við sær, at hann fekk eina trupla byrjan í Manchester, og hann hevur seinni verið útleigaður til Wigan og Leicester. Ein av tveimum skrásettum dystum, sum hann hevur spælt við besta liðnum hjá United, var í 4-0-tapinum ímóti MK Dons í League Cup.
Hóast hann hevur verið sæddur sum eitt stórtalent og hevur umboðað øll tey ensku ungdómslandsliðini, so er menningin hjá honum steðgað upp, og nú skrivar Daily Mirror, at hann ætlar sær at gevast við fótbólti tá ið sáttmálin gongur út næsta summar.
Orsøkin sigst vera, at hann er vónbrotin og hevur mist áhugan at spæla fótbólt. Í ævissøgu síni skrivaði Sir Alex Ferguson annars, at Nick Powell, sum er áleypari, í framtíðini helst fór at vera góður nokk til at spæla við enska landsliðnum.