Leysasøgurnar hava staðið á seinastu dagarnar, og nú er almannakunngjørt, at portugisiski Luis Nani skal umboða turkiska Fenerbahce komandi árini.
Nani bleiv ongantíð tann stórleikarin, ið viðhaldsfólk hjá Manchester United vónaðu, og seinasta árið hevur hann eisini verið útleigaður til portugisiska Sporting Lissabon, ið United eisini keypti hann frá í 2007.
- Eg eri sera glaður fyri at vera her, tí at hetta er ein stórur møguleiki á mínari yrkisleið. Fenerbahce er eitt felag, sum setur sær høg mál, og eg vil vísa mínar dygdir og gera mítt besta, sigur Nani sambært goal.com.