United hevur givið Lukaku milliónir í bót

Romelu Lukaku hevur helst spælt sín seinasta dyst fyri Manchester United

Manchester United hevur givið Romelu Lukaku 3,2 milliónir krónur í bót. Orsøkin er, at belgiski áleyparin ikki møtti til venjing tveir dagar upp í slag.

Romelu Lukaku hevur í alt summar verið á veg úr felagnum. Bæði Juventus og Inter Milan eru sett í samband við belgiska áleyparan, sum tveir dagar upp í slag var og vandi við U18-liðnum hjá Anderlecht. Hetta tí hann var í holt við at skifta felag, og skuldi møtast við umboðsmanninum.

##med2## 

Hetta hevur Manchester United ikki góðkent og givið 26 ára gamla áleyparanum bót á 3,2 milliónir krónur. Tað svarar til løn í tvær vikur. Romelu Lukaku kom til felagið fyri tveimum árum síðani fyri áleið 600 milliónir krónur. 

Bretskir miðlar skriva, at Inter Milan hevur bjóðað áleið 440 milliónir krónur, men at Manchester United vil hava meiri fyri áleyparan. Flytingarvindeygað í Premier League letur í morgin klokkan 17, men feløgini kunnu framvegis selja til 31. august, tá flytingarvindeygað letur aftur í flestu støðum í Evropa.