Manchester United hevur boðað frá, at felagið hevur longt sáttmálan við portugisiska stjørnuspælaran, Bruno Fernandes. 27 ára gamli miðvallarin hevur verið ein týðandi spælari, síðani hann í januar 2020 skifti frá Sporting Lisbon til Manchester United.
Nýggi sáttmálin er galdandi fram til summarið 2026, og kann leingjast til 2027. Undanfarni sáttmálin var galdandi fram til 2025, men við nýggja sáttmálan hevur Manchester United tryggjað sær miðvallarin í eitt longri tíðarskeið fyri eina løn á umleið 2,1 millión krónur um vikuna, um tú velur at trúgva enskum fjølmiðlum.
- Síðani eg kom til felagið, havi eg havt eitt serligt samband við felagið og áskoðararnar, sigur Bruno Fernandes, ið hevur útmerkað seg við uppleggum og málum fyri Manchester United.
Tað er enn óvist hvør tekur við sum venjari eftir hetta kappingarárið. Eftir ætlan skal núverandi venjarin, Ralf Rangnick, verða eitt slag av ítróttarstjóra, meðan nýggjur maður skal inn sum venjari. Í løtuni er besta boðið hjá miðlunum, at tað verður Erik ten Hag, sum í dag er venjari hjá Ajax.