Manchester United leikti á útivølli á Riverside Leikvøllinum í Middlesbrough. Og sigast má, at Middlesbrough - ella Chelsea - fekk eitt gott úrslit. 2-2 endaði dysturin. Christiano Ronaldo legði United á odda 1-0 eftir 10 minuttirs spæl. Men í 35. minutti javnaði Afonso Alves fyri Boro, og í 56. minutti legði hann heimaliðið á odda 2-1. Wayne Rooney javnaði fyri United í 74. minutti, sum gjørdist endaliga úrslitið. Manchester United eru nú bara 3 stig frammanfyri Chelsea, so alt er víðopið í Premier League.