Manchester United fekk bara tað eina stigi við sær frá útivallardystinum ímóti West Bromwich í kvøld. Heimaliðið var heldur óvæntað á odda 1-0 í hálvleikinum, og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at Manchester United tryggjaði sær eina stigið.
Dysturin var bara átta minuttir gamal, tá ið Stéphane Sessègnon legði heimaliðið á odda við frálíkum skoti frá brotsteigarmarkinum. Manchester United royndi at svara aftur, men tað gekst ikki væl við at fáa skapt teir stóru málmøguleikarnar ímóti einari væl mannaðari West Bromwich-verju. 1-0 til heimaliðið var støðan í hálvleikinum.
Í hálvleikssteðginum varð Marouane Fellaini settur á vøllin í staðin fyri Ander Herrera, og tað vóru bara tveir minuttir farnir av seinna hálvleiki, tá ið hann gjørdi um seg. Við góðum skoti beint uttanfyri brotsteigarmarkið smekkaði hann bóltin í mál til 1-1.
Manchester United hevði bóltin fyri tað mesta, men West Bromwich revsaði gestirnar. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at stjørnuskotið Saido Berahino varð spældur leysur og legði heimaliðið á odda 2-1.
Tríggjar minuttir fyri leiklok javnaði Daley Blind til 2-2 við sínum fyrsta máli í Manchester United-búnanum, og hóast gestirnir løgdu eitt seinasta trýst á fyri at fáa sigursmálið, so máttu teir taka við eina stiginum, tí dysturin endaði nevniliga við 2-2-javnleiki.
Manchester United er nú á 6. plássi við 11 stigum. Tað eru 11 stig til Chelsea á fremsta plássi. West Bromwich er á 15. plássi.
West Bromwich – Manchester United 2-2 (1-0)
1-0: Stéphane Sessègnon, 8.
1-1: Marouane Fellaini, 48.
2-1: Saido Berahino, 65.
2-2: Daley Blind, 87.