United fýra skaddar miðverjuleikarar

Heilir fýra av miðverjuleikarunum hjá Manchester United eru skaddir og verða tí ikki við í útidystinum móti Everton, sum byrjar klokkan 20 í kvøld.

 

Rio Ferdinand, sum fekk ein lyskuskaða undir venjing, legst aftrat skaðalistanum av miðverjuleikarum, sum framman undan telur Chris Smalling, Phil Jones og Jonny Evans.

 

Tað merkir, at Michael Carrick kann gerast partnari hjá Nemanja Vidic, sum nú er klárur aftur eftir skaðan hann fekk í desember.

 

Roknað verður við, at nýggi United-áleyparin, Robin van Persie, fær debut á Goodison Park í kvøld.

 

Tosað verður nógv um partnarskapið, van Persie-Rooney, men Everton hevur eisini tveir frontmenn við málum í skónum. Kroatiski Nikica Jelavic kom til felagið í januar og skoraði 11 mál í 16 dystum, og í summar er Steven Naismith komin til við 28 málum í 98 dystum fyri Glasgow Rangers.

 

Everton gevur ofta Manchester United høvuðbrýggj, ikki minst í apríl í fjør, tá ein 4-4 javnleikur á heimavølli helst kostaði Ferguson meistaraheitið.

 

Dysturin verður vístur beinleiðis á 6’aranum.