Ein dystur hevur verið leiktur í ensku Premier League í kvøld.
Dysturin var á Boleyn Ground í London, har West Ham tók ímóti Manchester United. Merkisvert við dystinum var, at hetta var seinasti heimadysturin hjá West Ham nakrantíð á Boleyn Ground, tá West Ham eftir summarfrítíðina flytir inn at spæla á Olympiska leikvøllinum í London.
Sjálvur dysturin var seinkaður gott og væl 45 minuttir, av tí at áskoðarar hjá West Ham lupu á spælarabussin hjá Manchester United tá teir komu á stadion.
Um tað var hetta sum ávirkaði Manchester United ella ei, skal vera ósagt, men størsta partin av fyrra hálvleiki var Manchester United langt frá sær sjálvum. West Ham legði seg tíðliga á odda 1-0, og í fleiri førum áttu teir at havt økt til 2-0 í fyrra hálvleiki.
Móti endanum av fyrra hálvleiki kom Manchester United alsamt betri við í dystin. Og í seinna hálvleiki tóktust teir av álvara at venda dystinum. Anthony Martial javnaði fyrst til 1-1, og legði seinni Manchester United á odda 2-1. Manchester United var ta løtuna væl á veg til tað nógv umtalaða fjórða plássi, sum gevur Champions League luttøku við sær.
Men West Ham vildi tað øðrvísi. Eitt korter fyri leiklok javnaði Michail Antonio til 2-2 eftir ein deyðbólt, og tíggju minuttir fyri leiklok skoraði dansktføddi Winston Reid til 3-2 til West Ham.
3-2 var eisini endaliga úrslitið av dystinum, sum samanumtikið var uppiborið. Serliga í fyrra hálvleiki var West Ham greitt omaná.
Úrslitið ber tí við sær, at Manchester United komandi kappingarár helst skal spæla í Europa League, og ikki í Champions League, sum málsetningurin annars hevur verið.
West Ham – Manchester United 3-2 (1-0)
1-0 Diafra Sakho, 10.
1-1 Anthony Martial, 51.
1-2 Anthony Martial, 72.
2-2 Michail Antonio, 76.
3-2 Winston Reid, 81.