Manchester United hevur havt heimavøll sín á Old Trafford í 115 ár. (Arkivmynd). - Mynd: Andrew Yates/Ritzau Scanpix

United avdúkar ætlan um leikvøll við 100.000 plássum

Manchester United hevur avdúkað ætlan um ein leikvøll við plássi fyri 100.000 áskoðarum.

Manchester United hevur havt heimavøll sín á Old Trafford í 115 ár. (Arkivmynd). - Mynd: Andrew Yates/Ritzau Scanpix

Manchester United skal byggja ein nýggjan leikvøll við plássi fyri 100.000 áskoðarum.

Hetta skrivar felagið á heimasíðuni í dag.

Síðani 1910 hevur felagið havt sín heimavøll á Old Trafford, sum liggur í sama øki, sum ætlanin er at byggja nýggi leikvøllurin.

- Núverandi leikvøllur okkara hevur tænt okkum frálíkt í 115 ár, men hann passar ikki longur til bestu leikvallir í ítróttarheiminum.

- Við at byggja við síðuna av núverandi staðseting, kunnu vit varðveita kjarnuna í Old Trafford og skapa ein nýmótans leikvøll, sum fer at broyta fjepparaupplivingina, bert nøkur fá fet frá núverandi heimstaði okkara, sigur ein av eigarunum í felagnum, Jim Ratcliffe.

 

/Ritzau/

 

Manchester United hevur havt heimavøll sín á Old Trafford í 115 ár. (Arkivmynd). - Mynd: Andrew Yates/Ritzau Scanpix