United aftur oddalið

Tað er eingin slingur í valsinum hjá teimum trimum, sum stríðast um eingilska meistaraheitið í fótbólti. Í gjárkvøldið legði Arsenal við 3-0 heimasigri á Newcastle trýst á kappingarneytarnar Manchester United og Chelsea, sum spældu í kvøld.

Bæði Manchester United og Chelsea áttu heimavøll í kvøld, og hjá báðum eydnaðist at fáa fulla úrtøku. Harvið er Manchester United aftur oddalið. Teir hava 57 stig og betri málmun enn Arsenal.

Á Old Trafford var tað enn eina ferð Cristiano Ronaldo, sum var í miðdeplinum. Hann skoraði beinanvegin tvey mál, og so vann Manchester United 2-0 á Portsmouth.

Michael Ballack skoraði einsamalla málið í 32. minutti, tá ið Chelsea vann 1-0 á Reading.

Vánaliga gongdin hjá Liverpool helt fram, tá ið West Ham vann 1-0 á teimum reyðu. Einsamalla málið skoraði Mark Noble í 90. minutti.

 

Úrslit í hesi vikuni:

Middelsbrough-Wigan 1-0

Sunderland-Birmingham 2-0

Arsenal-Newcastle 3-0

Bolton-Fulham 0-0

West Ham-Liverpool 1-0

Derby-Manchester City 1-1

Chelsea-Reading 1-0

Manchester United-Portsmouth 2-0

Everton-Tottenham 0-0