Fótbóltur
Chelsea og Everton høvdu undanframførslu uppá FA Cup finaluna, sum verður leygardagin 30. mai, tá liðini møttust í Premier League á Stamford Bridge ígjár. Fyri Chelsea hevði tað sera stóran týdning at fáa øll stigini til høldar í strembanini at hála inn á Manchester United og Liverpool. Men Chelsea fekk bert javnleik 0-0. Chelsea hevði leikliga yvirtakið, men teir megnaðu ikki at skapa nóg nógv frammanfyri Everton-málinum. Everton hevði sínar málmøguleikar, men teir kendu heldur ikki sína vitjannartíð. Í yvirtíðini var sára nær við, at Didier Drogba gjørdist tann stóra hetjan, men skotið hjá honum rakti tvørstongina. Chelsea hevur nú 68 stig, seks færri enn Manchester United, sum hevur ein dyst til góðar. Everton hevur nú 53 stig, og teir liggja enn væl fyri at vinna eitt pláss í Europa League kappingini komandi kappingarár.
United hevur fyrimunin
Meðan nærmastu kappingarneytarnir, Liverpool og Chelsea snávaðu við javnleikum, so tók Manchester United av møguleikanum, tá teir møttu Portsmouth á Old Trafford. Tað gingu bara níggju minuttir, so hevði United lagt seg á odda. Ryan Giggs fekk eina góða sending frá Anderson á vinstru síðu. Giggs legði bóltin hart og væl inn til Wayne Rooney, sum skoraði frá stuttari fjarstøðu. Ivi var reistur um Ryan Giggs var rangstaddur, tá Anderson gav honum sendingina uppá 40 metrar, men endurtøkurnar í sjónvarpinum góvu einki greitt svar uppá hetta ivamálið. Fimm minuttir undan steðginum brendi Ryan Giggs ein opnan málmøguleika. Stutt aftaná hevði Rooney aftur bóltin í netinum, men hann var rangstaddur. United helt áfram at dominera í øðrum hálvleiki, og loksins átta minuttir áðrenn leiklok gav trýstið úrslit. Paul Scholes spældi Michael Carrick frían við einari sera góðari sending. Einsamallur við málverjanum var Michael Carrick ísakaldur, og skoraði trygt til 2-0. Við sigrinum á Portsmouth, samstundis sum Liverpool og Chelsea bert fingu javnleikir, er United komið eitt fet nærri gullinum í Premier League. Hóast United hevur spælt ein dyst minni enn Liverpool og Chelsea, so hevur United trý stig meira enn Liverpool, og seks stig meira enn Chelsea. Um vikuskiftið spælir United á heimavølli ímóti Tottenham. Liverpool spælir á útivølli ímóti Hull, og Chelsea spælir á útivølli ímóti West Ham.