United 4 – Tevez 3

Bólturin kemur innfyri og fyrsti maður á bóltinum er Wayne Rooney. Við høvdinum stútar hann Manchester United í Carling Cup finaluna. Eitt avgerandi mál í yvirtíðini móti granninum og hvørt mansbarn í reyðum dansar. Sosialurin var á Old Trafford til grannauppgerðina millum Manchester United og Manchester City.

Fótbóltur

Uttanfyri Director’s Box stendur ein eldri maður í svøtum frakka, myrkum klædningi, fínum skóm og hevur eina svarta leður tasku í hondini. Hann vísir sítt atgongumerki til vaktin og ger klárt at fara inn, men verður síðani steðgaður.
Hann hyggur eitt sindur bilsin uppá vakin og tykist spyrja hvat bagir. Ungi maðurin, sum er í einum gulum vesti við áskriftini Security, biðjur mannin í frakkanum seta taskuna frá sær og rætta armarnir út. Heldur fritin setur maður taskuna frá sær og spyr vaktin um hetta er neyðugt. Við eitt trakkar ein annar vaktur fram og sigur at hetta eru mannagongdirnar við “High Risk” dystir. Jú tað var tikið hædd fyri trygduna áðrenn grannauppgerðina millum Manchester United og Manchester City í gjárskvøldið.

Tevez í fokus
Rundan um Old Trafford syngja áskoðarnir óført. Ikki óvæntað er tað tvífaldi málskorarin frá fyrru hálvfinaluni, Carols Tevez, sum fær at vita hvat honum er í vantu til dystin.
Tevez hevur verið í miðpunktið í einum orðadrátti við fyrrverandi liðfelagin úr Manchester united, Gary Neville, sum bara hevur økt um spenningin upp til dystin.
Politistar á hesta baki tryggja at áskoðarnir ikki koma ov nær hvørjum øðrum áðrenn farið verður inn á stadion.
Tað verður metta at einir 9.000 Manchester City áskoðarar eru til dystin. Áðrenn dystar byrjan eru tað teir, ið halda mestan gang. Fyri at yvirdoyva teir, verður skrúvað harðari frá í hátalarunum á stadion, sum spæla eyðkennis løg hjá Manchester United.
Stemningurin er í hásæti tá apælararnir koma inn á vøllin og frásøgumaðurin á Old Trafford lesur nøvnini á teimum upp. “Number 32 – Carlos Tevez” og teir ljósabláðu áskoðarnir jubla, meðan teir reyðu “buha” av lívsins kreftum.
Fyri uttan eini tíggju setur ovast í einum horni, so er Old Trafford bókstaviliga fullsett, og dómarin bríkslar dystin í gongd.

Sign him up
Eftir ein javnan fyrra hálvleiki, har City áskoðarnir høvdu yvirtakið uttanfyri vøllin, tók United yvir bæði á og uttanfyri vøllin í byrjanini av seinna hálvleiki.
Fyrst skoraði Paul Scholes og nakað seinni øktið Michael Carrick til 2-0. Tað er kvirt millum City áskoðarnir, meðan teir eygleiða restina Old Trafford hálsfevna hvønn annan.
Fimm minuttir seinni kemur javnvág í. Tevez er fyrstur á eitt innlegg og so er samanlagt javnt 3-3.
Teir ljósabláðu taka nú yvir á áskoðarapláasinum. “Sign him up Fergie” sungu United áskoðarnir í fjør, tá teir vildi hava venjarin Sir Alex Ferguson at skriva sáttmála við Tevez.
Nú syngja City áskoðarnir tað sama, men sum ein hánan mótvegis Sir Alex og United áskoðarinum. Eftir málið er tríva allir 9.000 City áskoðarnir í sangin.
Seinast hesi bæði liðini møttust á Old Trafford vann United í yvirtíðini. Fleiri av City áskoðarinum sóu eisini ørkymlaðir út, tá tíðin nærkaðist 90 minuttum. Tað var eisini líka við at United stjól sigurin í yvirtíðini, men Shay Given stórbjargaði, og nú hildu City áskoðarnir, at tað var sloppið. Og flest øll á Old Trafford mundu helst gera seg kláran til umdyst og møguliga brotssparkskapping – øll uttan Wayne Rooney.

34 ár
Eyguni eru púra tóm og fólk stara bara niður í gólvi. Onkur eru óður, men onnur bara “suffa”. City áskoðarnir høvdu vóna at hetta skuldi verða dagurin, tá eydnan fór at venda.
Tað eru 33 ár síðani at City vann eitt steyp av týdningi og á Old Trafford hongur ein “klokka,” ið nú gongur móti 34. Hetta er mátin hjá United áskoðarinum at minna grannarnir á nær teir seinast vunnu nakað. Manchester United møta í finaluni Aston Villa.