Svenska fótbóltsfelagið Hammarby hevur stuðlað UNICEF í trý ár, og nú er felagið sinnað at hjálpa enn meir. Seinastu árini hevur tað verið krav hjá limum í Hammarby Fodbold, at hjálpa hjálparfelagsskapinum á ein ella annan hátt, so sum at taka lut í stórum innsamlingum. Nú traðkar felagið eitt enn størri fet at hjálpararbeiðinum. Teir fara nevniliga at leika við búmerkinum hjá UNICEF á bringuni á leikbúnanum, tað, ið eftir er av kappingarárinum. Eitt samstarv, ið ikki kostar UNICEF nakað.