Hjálp
Altjóða barnahjálpargrunnurin hevur tørv á næstan fýra milliardum krónum til at hjálpa neyðstøddum børnum kring heimin. Í ársfrágreiðingini, sum stovnurin almannakunngjørdi í gjár, heitir UNICEF á lond og felagsskapir um at veita hjálp til tað, sum stovnurin kallar tær gloymdu vanlukkurnar.
-Neyðhjálpin aftan á flóðalduna í Suðurasia og jarðskjálvtan í Pakistan fekk nógv umrøðu, sum eisini var rætt, men samstundis eru aðrar vanlukkur at kalla gloymdar, sigur norski aðalskrivarin í UNICEF, Kjersti Fløgstad, við Aftenposten.
Sum dømi nevnir hon, at tørvur er á 2,5 milliardum krónum til Darfur í Sudan. Har hava 3,4 milliónir fólk mist lívsgrundarlagið. Av teimum eru 1,4 millión børn, og 500.000 eru yngri enn fimm ár. Fáa tey ikki hjálp, koma tey ikki undan, sigur Kjersti Fløgstad.